Innanlands

Almennur fyrilestur um uppruna íslendinga

Agnar Helgason, altjóða viðurkendur serfrøðingur í antropologi og genetikki, fer 17. juni at hava almennan fyrilestur í Kongshøll

(Mynd: iris.hi.is)

(Mynd: iris.hi.is)

2026-06-06 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Agnar Helgason er altjóða viðurkendur serfrøðingur í antropologi og genetikki. Í almennum fyrilestri í Kongshøll 17. juni klokkan 17:00 - 18:15 lýsir hann upprunan og genetisku søgu íslendinga.

Landnám var í Íslandi fyri umleið 1.100 árum síðani í víkingatíð, nakað eftir, at fólk kom til Føroya.

Hetta var partur av norrønari fólkaflyting um stóran part av Norðurevropa, sum hevði varandi ávirkan á mentan og arvaeginleikar hjá fólki á oyggjunum í Norðuratlantshavi.

Í fyrilestrinum fer Agnar Helgason, professari, at leggja fram úrslit frá meira enn 25 ára gransking í ílegusøguni hjá íslendska fólkinum.

Hann fer at greiða frá, hvussu ættarfrøðiligar upplýsingar og genetiskar dátur frá bæði núlivandi og fornum íslendingum eru nýttar til at varpa ljós á upprunan hjá teimum fyrstu niðursetufólkunum og á menningarsøguna hjá fólkinum síðani.

Eisini fer hann at vísa á, hvussu nýggir greiningarmøguleikar av fornum DNA hava kollvelt okkara fatan av søguni hjá hesum fólkabólkum. Henda vitanin byggir á kanningar av arvamassanum hjá fornum fólki úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og øðrum londum.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder