Seinasta samdøgrið eru tveir bilførarar skuldsettir í sambandi við tvey ferðsluóhapp, umframt at ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra ov skjótt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Fyrra ferðsluóhappið var í Hoyvík klokkan 9.30 leygarmorgunin. Har var talan um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna við Kirkjustræti og Løgmannabreyt.
Bilførarin ringdi sjálvur inn og boðaði frá óhappinum og játtaði, at hann hevði ábyrgdina.
Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men bilarnar fingu skaða.
Seinna ferðsluóhappið var stutt fyri klokkan eitt í nátt, har ein bilførari rendi á eina rundkoyring og ein lyktapela á Argjum.
Tað var ein bilførari, sum koyrdi aftanfyri hesum, sum boðaði løgregluni frá óhappinum.
Løgreglan kom á staðið, og staðfest var, at førarin, sum hevði rent á, var ávirkaður av rúsdrekka, og tað er hann so skuldsettur fyri.
Klokkan hálvgum fýra í nátt tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra ov skjótt við Gøtugógv.
Hann koyrdi 74 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin var 50 kilometrar um tíman, og fær hann sostatt eitt klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald