Innanlands

Strandferðslan boðar frá broytingum í sambandi við Tórshavn Marathon

Boðað verður m.a. frá broytingum og/ella avlýsingum á fleiri bygdaleiðum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-07 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin er Tórshavn Marathon á skránni, og í hesum sambandi verða fleiri vegir stongdir.

Les eisini: Eysturoyartunnilin og fleiri vegir stongdir í sambandi við marathon

Í hesum sambandi boðar Strandferðslan eisini frá broytingum á fleiri bygdaleiðum:

Leiðirnar 100, 300 og 400: Frá kl. 12:00 til kl. 19:00 verður koyrt eftir Oyggjarvegnum. Steðgað verður bert við Waag bilar undir Krákugjógv.

Leið 650: koyringina frá J. Paturssonar gøtu, koyrt verður eftir Frælsinum og víðari til Gomlurætt og til Sands.

Eysturoyartunnilin verður stongdur, og tí er ongin koyring á leið 450.

Í sambandi við Tórshavn Marathon eru allir vegir til og frá Bursatanga eisini stongdir millum kl. 12.30 og 19.30, og tí tekur Teistin ongar bilar hesar túrar: úr Nólsoy kl. 13.25 og 16.50 og úr Tórshavn kl. 16.20 og kl. 19.00 Bilar sum skulu til Nólsoyar á túrinum kl. 13.00 úr Havn, mugu vera á Bursatanga áðrenn kl. 12.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder