Uttanlands

Meet the Press: Trump rýmdi frá samrøðu

Amerikanski forsetin heldur upp á at snýtt verður við núverandi undanvalinum í Kalifornia eins og tað varð gjørt á forsetavalinum 2020. Miðlarnir eru mutraðir, segði hann áðrenn hann rýmdi frá samrøðuni

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2026-06-08 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, rýmdi knappliga frá samrøðuni við sjónvarpsstøðina NBC, eftir at verturin í sendingini, Kristen Welker, fleiri ferðir hevði bjóða honum av við spurningum, sum ikki hóvaðu forsetanum.

Tað var í sjónvarpssendingini ‘Meet the Press’, ið varð send sunnudagin, at forsetin fleiri ferðir helt uppá, at tað varð svikað á núverandi undanvalinum í Kalifornia, og á forsetavalinum í 2020.

Tá Walker bað forsetan um at koma við prógvum um at tað verður snýtt á valinum í Kalifornia, segði forsetin: “Mær nýtist bara at hyggja, og eg lurti”.

Eftir at verturin fleiri ferðir hevði sagt: “Tað er ikki prógv”, skuldsetti forsetin miðlarnar fyri at svika til hann at enda breyt samrøðuna av: “Halt mær til góðar, vit gevast her, eg havi fingið nokk”.

[object Object]

Donald Trump hevur tað trupult við siðbundnu miðlunum, og skuldsetur teir oftani fyri ikki fara rætt fram mótvegis honum.

Samrøðan fór fram í einum fjósi fríggjadagin í sambandi við eitt tiltak við bóndum, sum Trump var við til í statinum Wisconsin. Upptøkan mátti støðgast fleiri ferðir orsaka av tekniskum trupulleikum og av, at at tað regnaði so ógvusliga niður í takið, at tað órógvaði upptøkurnar. NBC skrivar, at forsetin rýmdi 50 minuttir eftir at samrøðan var byrjað.

Tað mesta av samrøðuni snúði seg um verandi stríðið móti Iran, har Welker spurdi forsetan um hví hann helt fast um at neyðugt er hjá USA at støðga Iran at fáa hendur á kjarnorkuvápn, og at hann hevur sagt, at talan ikki var um eitt "endaleyst kríggj”.

“Vit vera har í nakrar fáar mánaðir, hóttanin er nærum av”, segði forsetin, sambært BBC.

Umleið seks minuttir áðrenn hann rýmdi frá upptøkunum kom prátið inn á sokallaða “anti-weaponisation”-grunnin upp á 1,8 milliardir dollarar, sum nú er undir stovnan.

Ætlanin hevur fingið harða mótstøðu frá demokratum og nøkrum republikanarum, sum vísa á, at hetta er ætlað til at rinda mótmælisfólkunum, sum lupu á kongressina í Washington 6. januar 2021.

[object Object]

Her fór samrøðan av sporinum, og Trump endurtók síni ógrundaðu uppáhald um at tað var svikað á forsetavalinum í 2020, sum hann sigur seg hava vunnið við stórum meiriluta.

Og í sambandi við valini í Kalifornia, har bíðað hevur verið leingi eftir endaliga úrslitinum um hvørji vera tey endaligu tvey valevnini á valinum í november, segði forsetin, at “tey snýta við valinum”.

- Hevur tú prógv fyri hesum, spurdi Welker, sjónvarpsverturin.

- Mær nýtist bara at hyggja, og eg lurti, svaraði forsetin.

- Men tað er ikki prógv, segði verturin.

Úrslitið av valunum er ikki greitt enn, orsaka av truplum uppteljingarháttum og nógvum brævatkvøðum. Forsetin hevur leingi verið hart í móti, at møguligt er at atkvøða við brævatkvøðum.

“Tey svika”, segði forsetin, “eins og tit siga ósatt”.

- Vit svika ikki, men latið okkum fara víðari, segði Walker.

- Antin lúgva tit, ella eru tit býtt, svaraði forsetin, og legði síðan afturat.

- Latið okkum gevast her, eg havi fingið nóg mikið. “Thank you darling, have a good time."

Og síðani rýmdi hann.

Welker hevur síðan greitt frá, at tey bæði tosaðu saman aftur leygardagin, og vórðu samd um, at tekisku trupulleikarnar og órógvið frá regninum, hevði havt keðiliga ávirkan á støðuna.

Sambært henni hevur Trump forseti játtað at sessast niður til eina nýggja “Meet the Press”-samrøðu í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder