Uttanlands

Amerikansk tyrla dottin niður við Hormuzsundið

Manningin er óskadd og hevur tað gott, sigur Trump forseti

Niðurskotna tyrlan er av slagnum Apache (Savnsmynd: Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix)

Niðurskotna tyrlan er av slagnum Apache (Savnsmynd: Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-09 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein amerikansk tyrla av slagnum Apache er dottin niður nærhendis Hormuzsundið, skrivar The New York Times.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttar í dag, at manningin hevur tað gott.

Enn er ógreitt um tyrlan datt niður orsaka av tekniskum breki, ella um hon varð skotin niður av iranskum herdeildum, skrivar NTB.

Trump upplýsir, at amerikanskir myndugleikar fara at greiða nærri frá hendingini seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder