Nú er ikki loyvt at koyra skjótari enn 40 kilometrar um tíman í Hvalba.
Hvalbiar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kommunan í eina tíð hevur arbeitt við at lækka hámarksferðina í bygdini fyri at økja um ferðslutrygdina hjá øllum ferðandi. Hetta fevnir bæði um bilførarar, gongufólk og serliga børn, sum ofta eru á ferð í bygdini.
Hetta arbeiðið er partur av einari heildarferðsluætlan fyri Hvalba. Fyrsta stigið er at gera Hvalba til eina 40 km/t-sonu, sum hevur fingið neyðugu góðkenningina frá viðkomandi myndugleikum.
Næsta stigið verður at seta upp ferðslutálmandi skipanir gjøgnum bygdina, serliga í Garðsenni, har nógv børn javnan uppihalda seg, skrivar kommunan.
Talan verður ikki um vegin fram við sandinum og víðari út eftir fjørðinum móti Sandvíkartunnlinum, men stórt sæð allar aðrar vegir inni í bygdini. Á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu sæst mynd, sum vísir hvar ferðaavmarkandi skelti eru sett upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald