Innanlands

Gunnhild Helmsdal verjir sína ph.d um korona í Føroyum

Almenna verjan verður fríggjadagin klokkan 13 í Kongshøll

Mynd: gransking.fo

Mynd: gransking.fo

2026-06-09 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 12. Juni 2026 verjir Gunnhild Helmsdal sína ph.d.-ritgerð

Hon snýr seg um koronufarsóttina, og hvørja ávikran hendan hevur havt á fleiri føroyingar. Heitið er “Long COVID in the Faroe Islands”

Heimasíðan hjá Granskingarráðnum skrivar, at verjan verður klokkan fríggjadagin 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Verjan verður á enskum máli.

Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Í vegleiðaratoyminum eru

Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðari.

Pál Weihe, professari, hjávegleiðari

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari

Í metingarnevndini sita Anna Sofía Veyhe. Helena Liira og Thomas Benfield. Tey eru ávikavist lektari á Setrinum (forfólk), professari á University of Helsinki og Thomas Benfield, professari á University of Copenhagen.

Til ber at lesa føroyska samandráttin av av ritgerðini her

Ritgerðin er eisini tøk á Pure-vanganum hjá Gunnhild Helmsdal.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder