- Súkklur hava eisini atgongd til so at siga allar tunlar í landinum. Hetta tí súkklan eisini verður roknað sum ein partur av ferðsluni. Einans Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin loyva ikki súkkling í tunlinum. Hetta eru undirsjóvartunlar við umleið 11 kilometra vegastrekkjum. Húsareynstunnilin er 1,8 kilometrar langur.
Hetta vísir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Seinastu dagarnar hava atfinningar verið frammi um, at til ber at súkkla og renna í Húsareynstunnilin, sum er nýggi tunnilin, sum gongur úr Marknagili til Hoyvíkar.
Tað hevur verið skýrt ábyrgdarleyst og annað. Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, og Hildur Jensdóttir, bussførari, er millum tey sum hava sett orð á vandamiklu støðuna.
Upprunaliga skuldi tað ikki vera møguligt, og Súkklubreyt ikki bleiv partur av vegnum av fíggjarligum ávum.
Men Tórshavnar kommuna vísir nú á, at "súkklur" eisini eru ein partur av ferðsluni, og at tað "sjálvandi eisini verður hugsað um trygdina".
- Tað hevur verið ført fram, at Húsareynstunnilin er ein kommunalur tunnil, men ferðslulógin er galdandi fyri allar tunlar, og tað eru eisini aðrir tunlar í landinum, sum eru í somu kommunu. Tað er ivasamt, um tað er vandamiklari at súkkla í Húsareynstunlinum enn í til dømis Leirvíkartunlinum, sum hevur nøkulunda somu ferðslutøl, og sum er landsvegur og hevur eina hámarksferð uppá 80 km/t.
Avgerandi er eisini, at øll ferðandi í tunlinum vísa neyðug atlit við t.d. at hava lyktir, endurskin og ljós klæðir, skrivar torshavn.fo.
Til ber at lesa alt skrivið á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald