Innanlands

Kostaði trimum bilførarum dýrt at tosa í telefon

1.000 krónur í bót og klipp í koyrikortið

Revsingin fyri at halda í teleonini og tosa, meðan man koyrir, er herd (Mynd: Sverri Egholm)

Revsingin fyri at halda í teleonini og tosa, meðan man koyrir, er herd (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-10 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var ikki um eina langa døgnrapport hjá løgregluni, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn hevur í morgun staðfest, at nakrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár.

Hetta var fyri at tosa í telefon - fyri at halda í telefonini, meðan persónarnir koyrdu.

Umframt eitt klipp, gevur hetta bót áljóðandi 1.000 krónur. Revsingin er herd fyri ikki so langari tíð síðani.

Vaktleiðarin upplýsir eisini, at tveir bilførar fingu bót fyri at koyra ov skjótt týsdagin. Í báðum førum var tað á Streymoynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder