- Hetta snýr seg fyrst og fremst um fólk. Um at skapa ein stað, har menniskju kunnu kenna seg trygg og fáa møguleikan at byggja eitt støðugt lív uppaftur. Vit eru sera takksom fyri stuðulin, sum ger tað møguligt at lyfta tilboðið upp á eitt hægri stig.
Hetta sigur Mamy Dahl Sørensen við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Hon er ábyrgdarpersónur fyri verkætlanini, sum snýr seg um at um at umbyggja Gloria.
Umsorgarnarheimið í Klaksvík hevur verið virkið í nærum tíggju ár, men nú er tørvur á dagføringum.
![]()
Lagt verður afturat bygninginum, sum er yvirav Borg í Klaksvík. Fyrr varð tað nýtt sum samkomuhús: Soli Deo Gloria (Mynd: klaksvík.fo)
Kostar yvir 15 milliónir krónur - Betri stuðul hevur latið hálvafjórðu millión
Klaksvíkar kommuna skrivar, at verkætlanin fevnir um bæði keyp og dagføring av verandi bygningi, umframt eina útbygging í tveimum hæddum. Samlaði kostnaðurin er mettur til umleið 15,5 milliónir krónur, har yvir helvtin er eginfígging.
- Stuðulin er avgerandi fyri, at vit kunnu fremja ætlanina um at víðka og nútímansgera Umsorganarheimið Gloria, so vit kunnu hjálpa fleiri fólkum, sum hava tørv á einum tryggum og støðugum umhvørvi, sigur Mamy Dahl Sørensen, ábyrgdarpersónur fyri verkætlanini.
Yvir tjúgu prosent av peninginum kemur frá Betri Stuðul, sum hevur latið 3,5 milliónir krónur í stuðli til um- og útbygging av Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík.
![]()
Mynd: klaksvik.fo
Umframt stuðulin frá Betri-samtakinum, er stuðul latin frá øðrum lokalum og ónavngivnum stuðlum. Tað er sjálvsognarstovnurin Gloria Fastogn, sum hevur yvirtikið bygningin frá Soli Deo Gloria.
Við verkætlanini verður sett enn størri fokus á at skapa eitt trygt og støðugt heim til fólk við sosialum trupulleikum. Tá arbeiðið er liðugt, verður pláss til fleiri búfólk – úr 8 upp í 13 – umframt verður tað 1 herbergspláss.
Samstundis verða dagligu umstøðurnar betraðar, so tað verður lættari at fáa hjálp til gerandisligar tørvir sum røkt, klædnavask og máltíðir.
Umsorganarheimið Gloria varð sett á stovn í 2017 og hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag er verkætlanin at út og umbyggja fult í gongd. Hendan væntast hon at verða liðug við ársenda í 2026, upplýsir Klaksvíkar kommuna.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald