Innanlands

Lærarar og pedagogar úr Føroyum vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul

Hetta á stuðulstiltaki við Landstingið í Nuuk, har lærafelag úr nógvum londum luttóku. - Vit í Útnorði standa saman við IMAK – nú og í framtíðini. Vit taka lógvatak um Grønland.

Úr Føroyum eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Yrkisfelagið Miðnám, úr Íslandi KI og Grønlandi IMAK, sum er fakfelag fyri fólkaskúlalærarar í Grønlandi. Feløgini í Útnorð bóru eina felags kvøðu fram fyri landstingslimunum, sum stóðu og lýddu á úti á trappuni í Landstinginum (Mynd: skulabladid.fo)

Úr Føroyum eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Yrkisfelagið Miðnám, úr Íslandi KI og Grønlandi IMAK, sum er fakfelag fyri fólkaskúlalærarar í Grønlandi. Feløgini í Útnorð bóru eina felags kvøðu fram fyri landstingslimunum, sum stóðu og lýddu á úti á trappuni í Landstinginum (Mynd: skulabladid.fo)

2026-06-10 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Á stuðulstiltaki við Landstingið í Nuuk hava Føroya Lærarafelag saman við Føroya Pedagogfelag, EI, ETUCE, NLS og lærarafeløgum úr nógvum londum víst grønlendska lærarafelagnum, IMAK, og grønlendska fólkinum sín stuðul.

Føroya Lærarafelag er við í útnorðursamstarvinum fyri lærarafeløg, Útnorð.

Úr Føroyum eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Yrkisfelagið Miðnám, úr Íslandi KI og Grønlandi IMAK, sum er fakfelag fyri fólkaskúlalærarar í Grønlandi. Feløgini í Útnorð bóru eina felags kvøðu fram fyri landstingslimunum, sum stóðu og lýddu á úti á trappuni í Landstinginum. Í kvøðuni varð m.a. borið fram:

- Vit taka lógvatak saman við grønlendska fólkinum. Grønlendska fólkið er sum lærarar teirra – djarvir, gløggir við nógvari vitan um sína søgu. Teir eru greiðir yvir, nær upprunaarvur, mál og samleiki teirra eru í vanda, og at teir ikki eru einsamallir um at verja hesi týðandi virði. Røddin hjá einum landi hevur einki at gera við íbúgvaratal, um tað búgva nógv ella fá fólk har. Hon er eyðkend av virðum, virðing og ágrýtni hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri at styrkja samfelagið.

- Vit eru errin av at kalla okkara grønlendsku grannar okkara brøður og systrar. Grønland og grønlendska fólkið hava ósvitaligan rætt til sjálv at gera av sína egnu framtíð. Ein mentan, sum verður leidd av máttinum hjá "teimum stóru og sterku", eigur ongantíð at vera góðtikin. Vald eigur ongantíð koma ístaðin fyri virðing fyri einstaklingum, náttúru og søgu. Vit avnokta heimsmyndina, sum byggir á hóttan og happing. Vit í Útnorði standa saman við IMAK – nú og í framtíðini. Vit taka lógvatak um Grønland. Grønland er ikki til sølu. Grønland kann ikki verða tikið. Vit standa saman.

Á tiltakinum bóru felagsskapirnir EI, ETUCE og NLS eisini sína heilsan fram, og forfólk og umboð fyri lærarafeløg úr Danmark, Noregi, Svøríki, USA, Kanada og Meksiko.

Eftir kvøðurnar takkaðu Jens-Frederik Nielsen, landstingsformaður, og Múte B. Egede, landstingslimur, fyri dygga stuðulin. Elna Thomsen Heilmann, forkvinna í IMAK, takkaði mangar ferðir fyri stuðulin frá lærarafeløgum um allan heim.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder