Norski landsrætturin hevur víst aftur eini umbøn frá Marius Borg Høiby um at verða leyslatin úr síni varðhaldsfongsling, skrivar NRK.
Býarrætturin gekk annars umbønini á møti grundað á álvarsligu sjúkuni hjá mammuni, Mette-Marit, krúnprinsessu. Men hetta hevur landsrætturin nú havnað.
- Landsrætturin er komin fram til, at tað framvegis eru stór sannlíkindi fyri, at Høiby kann gera nýggjar revsiverdar gerðir, um hann verður leyslatin, stendur millum annað í avgerðini.
Høiby hevði søkt um at verða latin leysur, tí mamma hansara er rakt av álvarsligari lungnasjúku, og júst er komin á bíðilista fyri at fáa nýggj lungu.
Krúnprinsessusonurin segði fyri rættinum frá, at hann undir ongum fór at bróta lógina, um hann varð leyslatin, tí hann ikki vildi volda mammuni meira pínu.
Til hetta skrivar landsrætturin:
- Landsrætturin metir tó ikki, at sjúkan hjá mammuni minkar um vandan fyri, at sambandi við órættaðu verður uppafturtikið, og harvið vandanum fyri fleiri lógarbrotum, sum slíkt samband hevur við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald