Innanlands

Hátíðarhalda 40 ára dagin við almennari móttøku í Hovi

Lions er ein vælgerðandi felagsskapur, og árini síðani Lions Suðuroy varð stovnað, eru tilsamans 4,7 milliónir latnar í stuðuli til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál

Tað er í hesum eyðkenda felagshúsinum í Hovi, at Lions Suðuroy heldur til. Hendan myndin er tikin tað eina árið, Team Rynkeby legði leiðina framvið at takka fyri stuðulin frá Lions Suðuroy

Tað er í hesum eyðkenda felagshúsinum í Hovi, at Lions Suðuroy heldur til. Hendan myndin er tikin tað eina árið, Team Rynkeby legði leiðina framvið at takka fyri stuðulin frá Lions Suðuroy

2026-06-11 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 14. juni fyllir Lions Suðuroy 40 ár, og tað verður hátíðarhildið við almennari móttøku í Lions húsinum í Hovi.

Móttøkan verður frá klokkan 14 til klokkan 17 og Lions vónar at síggja nógv fólk í felagshúsinum hesa løtuna.

Lions er ein vælgerðandi felagsskapur og hesi árini síðani Lions Suðuroy varð stovnaður, hevur klubburin latið tilsamans 4,7 milliónir í stuðuli til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál. 

Nógv tað mesta er latið í Suðuroy, men stuðul er eisini latin aðrastaðni í Føroyum, og eisini til vælgerðandi endamál uttanlands.

Á móttøkuni sunnudagin bjóðar Lions okkurt undir tonnina, men har verður eisini heimabingo har fólk fáa høvi at stuðla einum vælgerandi endamáli, og har ein av vinningunum er ein sera vakur, útskorin, fjallstavur.

Til børnini verður fiskibrunnur við ymsum vinningum.

Men á móttøkuni fer Lions Suðuroy eisini til at lata eina gávu upp á 40.000 krónur til eitt vælgerðandi endamál í Suðuroy. Gávan verður latin klokkan 15.

Bent Albinus, forseti í Lions í Suðuroy, sigur, at tað vóru 17 mans á stovnandi aðalfundinum fyri 40 árum síðani. 

Fýra av teimum eru virknir í Lions enn, nevniliga  Bent Albinus, Einar Larsen og Páll Tummasarson av Tvøroyri og Óli Holm úr Vági.

Í dag eru 39 limir í Lions Suðuroy og teir eru úr allari oynni, heilt úr Sandvík til Sumbiar.

Lions Suðuroy



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder