Tá ið freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík var úti í gjár, mikudagin 10. juni á middegi, vóru níggju umsóknir komnar.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari fyrrapartin
Skúlin við Løgmannabreyt skal hava nýggjan stjóra 1.september í ár. Hetta er av tí at skúlastjórin, ið hevur leitt skúlan, síðani skúlin varð stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi.
Talan er um Høgna Joensen.
Sí eisini: Skúlin við Løgmannabreyt skal hava nýggjan stjóra
Í Skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.-9. flokki skúlaárið 2026/27, upplýsir Skúlablaðið.
- Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald