Innanlands

Kunnandi fundur um fongslið við Áir verður týskvøldið

Danmarks Fængsler og Sunda kommuna skipa fyri - fundurin verður hildin í Nesvík klokkan 19.30

Lendisviðurskiftini við jarðareigarnar eru komin upp á pláss, og umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri ætlaða økið er latin kommununi

Lendisviðurskiftini við jarðareigarnar eru komin upp á pláss, og umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri ætlaða økið er latin kommununi

2026-06-11 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt fongsul er ávegis í Føroyum, og tað skal vera við Áir.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tilgongdin við nýggja fongslinum við Áir gongur væl, at lendisviðurskiftini við jarðareigarnar eru komin upp á pláss, og umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri ætlaða økið er latin kommununi.

Í sambandi við arbeiðið skipa Danmarks Fængsler og Sunda fyri kunnandi fundi í næst viku. Hetta í Leguhúsinum í Nesvík týskvøldið 16. juni klokkan 19:30. 

- Umboð frá Danmarks Fængsler og Sunda kommunu leggja fram um verkætlanina, og hvat tað merkir fyri nærumhvørvið, at eitt komandi fongsul verður staðsett í kommununi. Høvið verður at seta spurningar til verkætlanina. 

Aftaná fundin verður drekkamuður at fáa. Fundurin er almennur, skrivar sunda.fo.

Umboð fyri Danmarks Fængsler, sum er Kriminalforsorgin í Danmark, hevur vitjað á staðnum áður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder