Uttanlands

Margreta drotning við rullustativi

86 ára gamla drotningin vísti seg í dag alment fyri fyrstu ferð síðan hon var útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum

(Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

2026-06-11 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Margreta drotning var í dag verið til staðar tá heiðurslønin, Prins Henrik Prisen, varð latin á Fredensborg slotti.

Hetta var fyrstu ferð, at drotningin vísti seg alment eftir at hon var útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum 29. mai.

Her lá hon í fimm samdøgur at fáa viðgerð fyri eina blóðsamling í mjadnunum.

Hon var eisini innløgd 14. til 19. mai við trupulleikum í hjartanum. Margreta drotning fekk í hesum sambandi eina ballón-víðkan av krúnulívæðrini í hjartanum.

Drotning kom til príshandanina í dag við hjálp av einum rullistativi – rollatori.

Heiðurslønin, ið er uppkallað eftir Heindriki prinsi, varð fyrstu ferð latin 11. juni 2022. Prísurin verður latin á føðingardegnum hjá prinsagemalinum, sum doyði í 2018, 83 ára gamal.

Heiðurin er 300.000 krónur og ein lítil standmynd, sum Hendrik prinsur hevur tilevnað.

Rithøvundurin Pia Tafdrup fekk prísin í ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder