Heimskenda matstovan í Keypmannahavn, Noma, fleiri ferðir kosin heimsins besta matstova, letur upp aftur 5. august. Og eigarin og fyrrverandi høvuðskokkurin, René Redzepi, fær frameftir heitið sum kreativur stjóri.
René Redzepi legði frá sær og lat matstovuna aftur í mars í ár eftir at stóra amerikanska blaðið, New York Times, við fyrrverandi starvsfólki á Noma sum keldum, lýsti arbeiðsumhvørvið á virðisløntu donsku matstovuni sum eitt harðskapsumhvørvi.
35 fyrrverandi starvsfólk greiddu í greinini frá teirra upplivingum á matstovuni í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2017.
Eini 30 av teimum greiddu frá, at tað var vanligt, at tey vórðu sligin av René Redzepi og øðrum leiðarum á matstovuni.
Sjálvur kennist René Redzepi ikki við grovu skuldsetingarnar, sum fyrrverandi starvsfólkini komu við. Tað sigur hann í samrøðu í Berlingske í gjár.
- Eg veit væl, at eg havi verið ein idiot, skumpað til fólk og rópt og ýlt, men eg havi ikki gjørt tey ekstremu tingini, sum verður lýst í greinini, sigur hann í samrøðuni við Berlingske.
- Sjálvur gjørdist eg ovfarin, tá eg las tað. Eg havi veruliga granska mítt minni: “Havi eg veruliga gjørt slíkt?”. Eg havi ringt runt til fyrrverandi starvsfólk og spurt, um eg havi gjørt slíkt. Eg má siga, at eg ikki fati tað soleiðis sjálvur. Men eg eri greiður yvir, at tað er onkur, ið hevur upplivað tað soleiðis.
Umframt at René Redzepi hevur tikið seg aftur sum høvuðskokkur, so hevur eisini fyritaksstjórin, Peter Kreiner, tikið seg aftur.
Tey bæði, Pablo Soto og Mette Søberg, verða nýggir høvuðskokkar, meðan Annika de Las Herras verður stjóri.
- René er eigari, og hann setir kreativu kósina, men tað er ikki hann, ið stýrir show’inum, sigur Annika de Las Herras við Børsen.
- Hann hevur latið ábyrgdina víðari til okkum, men hann verður sjálvandi til staðar við ráðum og vegleiðing. Men dagliga raksturin hevur hann latið víðari til okkum.
![]()
René Redzepi saman við stóra starvsfólkahópinum á Nema (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald