Evropeiski miðbankin hækkar rentuna

Hetta er fyrstu ferð í næstan trý ár, at evropeiska rentan fer upp

(Mynd: Kirill Kudryavtsev/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Kirill Kudryavtsev/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-11 14:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í næstan trý ár hevur evropeiska rentan einans gingið niðureftir ella ligið still.

Men í dag ljóða nýggir tónar frá høvuðssætinum hjá evropeiska miðbankanum, ECB, í týska býnum Frankfurt.

Nú hækkar rentan fyri fyrstu ferð síðan september 2023.

Tann stýrandi rentan hækkar úr 2 til 2,25 prosent, boðar miðbankin frá.

Sambært miðbankastjóranum, Christine Lagarde, snýr dagsins avgerð um at tálma vaksandi inflasjónina í evrulondunum.

- Kríggið í Miðeystri leggur trýst á inflasjónina, og avgerðin um at hækka rentuna stendur sterkt í mun til hvussu skelkurin kann menna seg og ávirka útlitini til gongdina í evrolundunum, skrivar ECB.

(rættað kl. 14.44)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder