Innanlands

Rúsdrekkakoyring í Suðuroynni - brot á politiviðtøkurnar í høvuðsstaðnum

Løgreglan hevði nøkur mál at taka sær av hósdagin, og neyðugt var millum annað at fara eftir sama persóni tvær ferðir

2026-06-12 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um átta-tíðina í gjárkvøldið varð ein bilur steðgaður í Suðuroynni.

Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður, og soleiðis varð eisini. Tá viðkomandi blásti, vísti tað seg, at viðkomandi hevði eina promillu, og harvið er revsing á veg fyri rúsdrekkakoyring.

Í Havn kom ein persónur í trupulleikar fyri at ikki uppføra seg ordiliga: Fyri brot á politilógina - ella politiviðtøkurnar.

Viðkomandi var ikki edrúur og gjørdi um seg uttanfyri hjá sær sjálvum. Ikki bert einaferð, men tvær ferðir. Seinnu ferð varð persónurin skuldsettur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder