Uttanríkis- og fiskimálaráðið er í løtuni á ferð í Suðurkorea.
Endamálið við ferðini er at halda áfram við tilgongdini at menna sambondini millum londini við tí fyri eyga at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd og økja samstarvið innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.
Hetta skrivar uttanríkis- og fiskimálaráðið á heimasíðu sínari.
Á túrinum eru millum annað fundir á politiskum stigi. Føroyska sendinevndin hevur vitjað Busan Port, sum er størsta havnin í Suðurkorea og ein av teimum mest brúktu bingjuhavnunum í heiminum. Vitjað var eisini á HD Hyundai Heavy Industries, ein av størstu skipasmiðjunum í heiminum.
Sambært ufmr.fo hevur ferðin hevur styrkt sambondini millum Føroyar og Suðurkorea og givið innlit í bæði vinnulig, politisk og samfelagslig viðurskifti í einum av fremstu búskapum í Asia.
![]()
Eyðdis ístaðin fyri Bárð
Eitt heldur serstakt við túrinum er, at i landsstýrismanðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum ikki er við.
Bárður á Steig Nielsen er upptikin av norðurlendskum fundum fyri fiskimálaráðharrar.
Í hansara stað hevur floksfelagin og landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen verið á odda fyri ferðini í Suðurkorea, umboðandi landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Ferðin er eitt samstarv við Vinnuhúsið, har ið vinnuumboð og umboð fyri Klaksvíkar kommunu og SEV eisini luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald