Mentan

Monika Stauss og Símun Hammer hava tvær konsertir í Havnar kirkju um vikuskiftið

Hetta sum partur av Summartónum. Monika verður á violin og Símun á orgli - tey fara at spæla fleiri verk

Monika Stauss Joensen er upprunaliga úr Sveits, men hevur verið búðsitandi í Føroyum og virkin sum violinlærari í musikkskúlanum í nógv ár. Hon spælir eisini í Føroya Symfoniorkestri og er virkin kamartónleikari.

2026-06-12 16:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin, 13. Juni klokkan 11.30 og Sunnudagin 14. Juni klokkan 16.00 spæla Monika Stauss (Violin) og Símun Hammer (orgul) konsert í Havnar kirkju.

Saman framføra Monika og Símun eina suitu av K. Black, partar av suitu hjá J. Rheinberger og eina Romansu í G-dur eftir J. S. Svendsen.

Á báðum konsertunum hjá Símuni Hammer spælir hann eisini nøkur orgulverk sjálvur. Millum annað m.a. eftir G. Böhm, Sigfrid K. Elert, 

Konsertin er partur av Summartónum 2026, og talan verður um 40-45 minuttir av væl valdum tónleiki

Báðar konsertirnar eru ókeypis.

Monika Stauss Joensen er upprunaliga úr Sveits, men hevur verið búðsitandi í Føroyum og virkin sum violinlærari í musikkskúlanum í nógv ár. Hon spælir eisini í Føroya Symfoniorkestri og er virkin kamartónleikari.

Símun Hammer er virkin organistur og kórleiðari í Gøtu kirkju. Harumframt spælir hann regluliga konsertir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur Master útbúgving í kirkjutónleiki frá konservatoriinum í Aarhus.
[object Object]
Sìmun Hammer (mynd: folkakirkjan.fo)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder