Í góðveðrinum mikudagin savnaðust 60 fólk í øllum aldrinum til garðdag í Hvannasunds kirkju.
- Børn og vaksin hampaðu rundan um kirkjuna, lúkaðu fram við kantunum, settu blómur í blómubeðið, slerdu grasið og so framvegis. Tað var týðiligt, at fólk hugnaðu sær. Sjálvandi var høvið eisini til eitt gott prát, skrivar Fólkakirkjan.
- Hugaligt var at síggja góðu undirtøkuna, og hvussu væl øll arbeiddu saman fyri at fríðka rundan um kirkjuna. Fólk í Hvannasunds kirkjusókn eru góð við sína kirkju og gera fegin sítt til at halda hana og umhvørvið rundan um hana við líka.
Eftir at økið rundan um varð snøggað, var bjóðað til ein døgurða og okkurt gott omaná.
-
(Mynd: Fólkakirkjan)
-
(Mynd: Fólkakirkjan)
-
(Mynd: Fólkakirkjan)
-
(Mynd: Fólkakirkjan)
-
(Mynd: Fólkakirkjan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald