Innanlands

Partarnir framvegis ikki samdir - farnir frá borðinum

Partarnir høvdu grivið seg niður, og tað gav ikki nakað meining at koma við semingsuppskoti, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið. Semingsstovnurin ger fyribils ikki meira við sáttmálatrætuna millum KAF og Heilsuhjálparafelagið, sum hongur í leysum lofti

Terje Sigurðsson, semingsmaður, er ikki inni í myndini í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður, er ikki inni í myndini í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-12 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Heilsuhjálparafelagið hava seinastu tíðina hava roynt at funnið semju um ein nýggjan sáttmála, men tað gongur striltið.

Samband hevur verið millum partarnar í vikuni, og ein semingsroynd, onnur í røðini, varð gjørd í gjár.

Men sambært Terja Sigurðsson, semingsmanni, vóru KAF og Heilsuhjálparafelagið framvegis ov langt frá hvørjum øðrum. So mikið nógv, at einki veruligt semingsuppskot kom á borðið.

- Partarnir høvdu grivið seg niður, og tað gav ikki nakað meining at koma við semingsuppskoti, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið.

Grundleggjandi snýr trætan seg um pening, og tað staðfestir Mary Antonsdóttir eisini fyrrapartin

Hoyr alla samrøðuna við Terja Sigurðsson her

Hann sigur seg ikki vita, hvat næsta stigið er, men Semingsstovnurin skal nú innkallast aftur, um stovnurin skal vera við.

Partarnir eru farnir hvør til sítt aftur eftir fundin hósdagin. Heilsuhjálparafelagið umhugsar nú støðuna, staðfestir forkvinann í samrøðu við Kringvarpið. Tað er ikki vist, at tað endar við verkfalli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder