Rúmdar- og tøknifelagið SpaceX, sum ríkmaðurin Elon Musk eiigur, fer í dag á børsin í USA. Prísurin verður 135 dollarar fyri hvørt partabræv.
Tað upplýsti SpaceX í gjár í fráboðan til amerikansku virðisbrævamyndugleikarnar.
Við meira enn 555 milliónum SpaceX-partabrøvum til sølu, fer børsskrásetingin at geva felagnum 75 milliardir dollarar – góðar 484 milliardir krónur.
Sostatt er talan um størstu partabrævaskráseting nakrantíð.
Tann higartil størsta børsskrásetingin var í 2019, tá oljufelagið Saudi Aramco seldi partabrøv fyri 29,4 milliardir dollarar.
Við skrásetingini í dag verður SpaceX millum tær tíggju størstu fyritøkurnar á amerikanska virðisbrævamarknaðinum. SpaceX verður virðismett til 1.770 milliardir dollarar, skrivar Ritzau.
SpaceX fær sostatt hægri virði enn feløg sum Tesla, Meta og Walmart.
SpaceX er eitt nú kent fyri at senda rakettir út í rúmdina. Felagið er vorðið størsti samstarvsfelagið hjá amerikanska rúmdarstovninum, Nasa, í sambandi við rakettútskjótingar.
Men størsti parturin av inntøkunum kemur frá Starlink, ið er umfatandi netið av internetfylgisveinum hjá felagnum.
Um virðisbrævaskrásetingin í dag gongur sum ætlað, er Elon Musk, ið longu er heimsins ríkasti maður, á veg til at gerast fyrsti persónurin við eini ogn á meira enn eina billión dollarar. Ogn hansara svarar til áleið 6.470 milliardir krónur.
Elon Musk rekur í løtuni eitt net av fyritøkum innan alt frá ravmagnsbilum, rúmdar- og fylgisveinavirksemi til vitlíki og sosialar miðlar. Hann eigur eitt nú Tesla og sosiala miðilin X, sum fyrr æt Twitter.
SpaceX verður tað fyrsta av stóru tøkni- og vitlíkisfeløgunum, sum fer á partabrævamarknaðin.
OpenAI, felagið handan ChatGPT, og Anthropic, felagið handan vitlíkiskjattbottin Claude, verða væntandi tey næstu. Bæði feløgini hava sent tilfar til myndugleikarnar við ætlanum um at selja síni partabrøv á virðisbrævamarknaðunum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald