Innanlands

Ferðsluóhapp í Kollafirði - Førarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Bilurin endaði á takinum, men førarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ikki álvarsligan skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-13 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bilførari varð í gjárkvøldið skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Kollafirði.

Tað var stutt eftir klokkan 23, at boðað varð frá óhappinum.

Boðað varð frá, at ein bilur var endaður á takinum úti í síðuni av vegnum, og at talan var um eitt sonevnt soloóhapp.

Tá løgreglan kom á staðið varð staðfest, at førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka.

Sjúkrabilur varð eisini sendur á staðið, men førarin hevði ikki fingið álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder