Mentan

Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu

Teir framføra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. juli

RSP framførir á Livandi Varmakeldu

RSP framførir á Livandi Varmakeldu

2026-06-13 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri viku síðani, varð boðað frá, at FAROE5 fer at framføra á Livandi Varmakeldu, og fyriskiparar avdúka nú, at Anfinn & co og RSP eisini fara at framføra.

Livandi Varmakelda verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. juli.

Anfinn & co hava júst framført til eina útselda konsert í Varpinum í Klaksvík, so teir eru topptunaðir. Manningin hjá teimum er Anfinn Nielsen, Karl Martin Samuelsen, Ólavur Øster, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen.

[object Object]
Anfinn & co

Heini R. á Heygum, Steingrímur Hallson og Bjarki Jónasson úr RSP búgva í løtuni ikki í sama landi, og er tað rímiliga forkunnugt at sleppa at hoyra RSP her heima á klettunum, siga fyriskiparar.

Livandi Varmakelda verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. juli, og fleiri nøvn verða avdúkað í næstum.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder