Hetta vikuskifti er bæði Eystanstevna og Countryfestivalur á skránni, og eisini hava nógv fólk verið í býnum í høvuðsstaðnum. Tó hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan kannar eitt harðskapsmál, sum varð meldað í norðurøkinum í gjár. Løgreglan hevur fatur á bæði órættaða og viðkomandi, sum framdi harðskapin, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at talan var ikki um nakað álvarsamt.
Løgreglan hevur verið til staðar í náttarlívinum og á Countryfestivalinum og hevur lagt seg ímillum, tá fólk eru komin til ilnar, men einki mál hevur verið. Tó vórðu eini seks sjúkrabilar sendir eftir fólki á Countryfestivalinum. Talan er um fólk, sum eru vorðin illa fyri, eru dottin ella hava fingið ov nógv niðurum, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald