Uttanlands

Samráðingarfólk farin til Teheran

Amerikanski forsetin sigur, ein avtala millum USA og Iran kann verða undirskrivað í dag, men Iran sigur nakað annað

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at ein avtala kann verða undirskrivað í dag (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at ein avtala kann verða undirskrivað í dag (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-14 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samráðingarfólk úr Katar eru í morgun farin til iranska høvuðsstaðin Teheran at gera avtaluna millum USA og Iran lidna, sigur ein ónevnd kelda sambært fleiri tíðindastovum.

Avtalan, sum USA og Iran samráðast um í løtuni um eina sonevnda rammuavtalu, skal áseta karmarnar fyri einari nærri avtalu millum partarnar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði á sínum egna sosiala miðli, Truth Social í gjár, at ein avtala eftir ætlan skal undirskrivast í dag.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at amerikanski forsetin hevur boðað frá, at partarnir nærkaðust einari avtalu.

Forsætisráðharrin í Pakistan, sum hevur virkað sum meklari millum partarnar, segði eisini í gjár, at ein avtala væntandi kundi undirskrivast innan 24 tímar.

Iran hevur enn ikki tikið nakra endaliga avgerð og eru enn í ferð við at gjøgnumganga avtaluna.

Leygardagin boðaði iranska uttanríkismálaráðið eisini frá, at ein avtala millum USA og Iran, sum hava verið í kríggi síðan februar, verður ikki undirskrivað hetta vikuskiftið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder