Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt er endurlýst.
Herfyri varð søkt eftir nýggjum stjóra til Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, eftir at Høgni Joensen, sum hevur verið stjóri, síðan skúlin varð stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi.
Tá freistin at søkja var úti mikudagin, vóru níggju umsóknir komnar, men tá setanarbólkurin hittist hósdagin, varð avgerð tikin um at endurlýsa starvið fyri at fáa fleiri skikkaðar umsóknir, skrivar Skúlablaðið.
Nýggja umsóknarfreistin er 26. juni, og nýggi stjórin skal byrja í starvinum 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald