Uttanlands

Embætisfólk: Iran játtað ikki at útvega sær kjarnorkuvápn

Í einum uppskoti til avtalu við USA stendur, at Iran játtar hvørki at framleiða ella útvega sær kjarnorkuvápn, sigur dulnevnt iranskt embætisfólk

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-14 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í einum uppskoti til avtalu við USA stendur, at Iran játtar hvørki at framleiða ella útvega sær kjarnorkuvápn.

Upplating av Hormuzsundinum er eisini partur av avtaluni, sigur eitt dulnevnt iranskt embætisfólk við Reuters.

Sambært embætisfólkinum skal ein endalig avtala til umrøðu innan 60 dagar, eftir at londini hava funnið semju um hetta.

USA og Iran samráðast um eina rammuavtalu, sum skal áseta politiskar karmar fyri eina nærri avtalu millum partarnar.

Sambært uppskotinum játtar USA at leysgeva 25 milliardir dollarar - 161,5 milliardir krónur - av innifrystari ogn hjá Iran, skrivar Ritzau.

Bæði USA og Pakistan hava boðað frá, at ein avtala kann verða undirskrivað í dag, men hesum hevur Iran víst aftur.

Les eisini: Samráðingarfólk farin til Teheran

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump eisini frá, at Iran hevði játtað ikki at útvega sær kjarnorkuvápn.

USA og Ísrael hava lagt Iran undir at royna at menna kjarnorkuvápn, men Iran hevur tvíhildið um, at iranska kjarnorkuætlanin bert hevur friðarlig endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder