Altjóða fjølmiðlar skriva, at amerikanski sangarin Oliver Tree er millum tey, sum eru deyð í eini tyrluvanlukku í dag.
CNN Brasil skrivar, at løgreglan í Rio de Janeiro hevur váttað tíðindini.
Oliver var byrjaður eina umfatandi konsertferð, sum millum annað skuldi føra hann til Gøtu 18. juli, nú hann doyði.
Les eisini: Serlingurin Oliver Tree á G! Festival
Ekstra Bladet skrivar, at enn vita tey ikki, hví Oliver Tree var umborð á øðrum av tveimum helikoptarum, sum rendu saman yvir vestara part av Rio í dag.
Brasilskir miðlar hava greitt frá, at tyrlurnar duttu niður á eitt parkeringspláss, har eldur kom í minst 20 bilar.
Stutt eftir kundu myndugleikarnir boða frá, at minst seks fólk doyðu í vanlukkuni.
Sambært Ritzau er tað ikki óvanligt, at smærri flogfør og tyrlur detta niður í Brasil.
Innan vanlukkuna í dag hava tað verið ikki færri enn 84 ólukkur og óhapp av hesum slag, bara í 2026. Her hava minst 25 fólk latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald