2026-06-15 07:50
Eitt ferðafólk er skuldsett fyri brot á víkiskylduna eftir eitt ferðsluóhapp í gjár við brúnna um streymin, streymoyarmegin.
Ferðafólkið, sum var í leigubili, varnaðist ikki bussin, sum kom koyrandi av brúnni og úrslitið var, at bussurin rendi á bilin.
Bilurin fekk skaða, men førarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hann fær helst eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald