Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit hevur í morgun fingið fýra ára fongsuslrevsing.
Marius Borg Høiby er m.a. funnin sekur í harðskap í nærsambandi móti fyrrverandi unnustu síni og tveimum neyðtøkum við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu. Hann er samstundis fríkendur fyri m.a. tvær aðrar neyðtøkur.
Revsingin varð lisin upp á rættarfundi í Oslo í morgun. Marius Borg Høiby var ikki sjálvur til staðar í rættarsalinum, men hann fylgdi við talgilt.
Hetta var orsakað av heilsuávum, sum verji hansara ikki greiddi nærri frá, skrivar Ritzau.
Krúnprinsessusonurin hevur noktað seg sekan í grovastu ákærunum, harímillum tær fýra neyðtøkurnar, hann var ákærdur fyri. Hann hevur tó játtað seg sekan í øðrum ákærum.
Umframt fongsulsrevsingina skal Marius Borg Høiby eisini rinda endurgjald til fleiri av órættaðu kvinnunum. M.a. skal hann rinda fyrrverandi unnustuni 100.000 norskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald