Uttanlands

– Ísraelar ikki bundnir av avtaluni

Ísraelski trygdarmálaráðharrin fordømir semjuna millum USA og Iran

Ísraelski trygdarmálaráðharrin, Itamar Ben-Gvir (Mynd: Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix)

Ísraelski trygdarmálaráðharrin, Itamar Ben-Gvir (Mynd: Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-15 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski trygdarmálaráðharrin, Itamar Ben-Gvir fordømir semjuna millum USA og Iran, sum varð fráboðað sunnukvøldið.

Les eisini: Semja millum USA og Iran

– Avtalan hjá Trump er ikki bindandi fyri okkum. Vit eru ikki partur av avtaluni. Hon gevur ikki okkum trygd, skrivar hann á sosialar miðlar.

Avtalan, sum USA og Iran hava boðað frá, snýr seg eisini um Libanon, men Ísrael skal ikki krevja minni enn eina avtøku av Hizbollah, og skal ísraelski herurin ikki taka seg úr hertiknu økjunum, sigur ísraelski trygdarmálaráðharrin.

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz sigur, sambært Ritzau, at ísraelsk herfólk verða verandi í einum trygdarøki í sunnara parti av Libanon.

Samstundis undirstrikar hann, at fremur Iran álop á Ísrael orsakað av hendingum í Libanon, fer Ísrael at svara aftur.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur gjørt hesi sjónarmið greitt fyri USA, sigur Israel Katz.

Tað var í gjárkvøldið, at USA, Iran og Pakistan (sum hevur virkað sum meklari í samráðingunum millum londini) boðaðu frá, at semja var gjørd, og at kríggið hevði fingið ein enda. Kríggið byrjaði við álopunum hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar. Avtala verður eftir ætlan undirskrivað fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder