Bretsk børn undir 16 ár skulu noktast atgongd til sosialar miðlar, sigur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
Starmer sigur seg vóna, at eitt forboð verður samtykt áðrenn jól og kann fara í gildi komandi vár.
Bretski forsætisráðharrin hevur áður funnist at sosialum miðlum og boðað frá, at atgongdin hjá ungum til sosialar miðlar eigur at verða avmarkað.
Fyrr í ár skrivaði Starmer á Substack, at bretska stjórnin ynskir at avmarka ávísar funkur á sosialu miðlunum, harímillum autoplay, sum kann hava við sær, at fólk "skrulla í endaloysi". Nú sigur hann tó, sambært Ritzau, at eitt fullkomið forboð er rætti vegurin.
Leiðin til eitt forboð verður ikki løtt, men stjórnin ætlar at stríðast ímóti valdinum hjá stóru tøknufyritøkunum.
Sambært tíðindaskrivi frá bretsku stjórnini er ætlanin at brúka somu skipan sum Avstralia, sum í desember setti í gildi fyrsta forboðið av hesum slagnum.
Síðan tá hevur Indonesia sett í gildi eitt líknandi forboð, og fleiri lond, m.a. Danmark og Noreg, hava umrøtt líknandi tiltøk. Í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum stendur eisini, at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald