Innanlands

Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara á Setrinum

Pætur Mikal Holm, ið undirvísir á Fróðskaparsetri Føroya og er granskingábyrgdari á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og seniorgranskari í Danmark, er framfluttur til lektara á Setrinum

2026-06-15 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Pætur er útbúgvin fysioterapeutur frá Syddansk Universiteti í 2012.  Í 2015 tók hann masterútbúgving í fysioterapi, og í 2019 vardi hann ph.d.-ritgerð sína á Syddansk universitet.

Granskingin hjá Pæturi Mikal hevur serliga snúð seg um vødda- og beinagrindarheilsu, ortopedi og slitgikt við serligum denti á knø og mjadnir.
Hann hevur drúgvar royndir við kliniskari gransking, m.a. randomiseraðum kanningum, endurvenjingum og venjingum sum viðgerð. Eisini hevur hann arbeitt við at flyta granskingarúrslit inn í kliniskar vegleiðingar og gerandis praksis.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran, grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking, fyrisitingarligar royndir og ætlanir fyri komandi gransking.

Metingarnevndin vísir á, at granskingarúrtøkan hjá Pæturi Mikal Holm er greið og vaksandi, tá talan er um vødda- og beinagrindarheilsu. Hansara vísindaliga framleiðsla er støðug, granskingin er metodiskt væl grundað, og hann hevur eitt breitt altjóða samstarv.

Nevndin leggur eisini dent á, at hann hevur viðkomandi royndir við undirvísing og vegleiðing á bachelor- og masterstigi, umframt royndir við granskingarleiðslu og samskipan av kliniskum granskingarverkætlanum.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Pæturi lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Pætur verður útnevndur lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru Anna Sofía Veyhe, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya (forfólk), Eva Ageberg, professari á Lund Universiteti, og Michael Skovdal Rathleff, professari á Aalborg Universiteti.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder