Uttanlands

Umhugsa at kæra dómin

Sonur Mette-Marit krúnprinsessu, Marius Borg Høiby er m.a. funnin sekur í tveimum neyðtøkum og hevur fingið fýra ára fongsulsrevsing

Petar Sekulic og Ellen Holager Andenæ, verjar hjá Marius Borg Høiby (Mynd: Javad Parsa/AFP/Ritzau Scanpix)

Petar Sekulic og Ellen Holager Andenæ, verjar hjá Marius Borg Høiby (Mynd: Javad Parsa/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-15 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit fekk í rættinum í Olso í morgun fýra ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Verjar hansara hava enn ikki tosað við Marius Borg Høiby, sum ikki var til staðar í rættinum, tá dómurin varð sagdur.

Teir fara nú at lesa dómin, og so fara teir saman við Høiby at umhugsa, um dómurin skal kærast.

Les eisini: Marius Borg Høiby fær fýra ára fongsul

Eftir at dómurin varð sagdur, komu verjarnar við umbøn um, at Høiby verður leyslatin úr varðhaldi. Hesa umbøn skal rætturin nú taka støðu til, skrivar Ritzau.

Grundgevingin hjá verjunum er, at Høiby vil vera saman við mammu síni, sum er álvarsliga sjúk við lungnafibrosu.

Ákærumyndugleikin fer eisini at umhugsa, um dómurin skal kærast til landsrættin. 

Ákærumyndugleikin helt, at Høiby átti at fingið sjey ár og sjey mánaðir í fongsli, um hann varð funnin sekur í øllum 40 ákærum.

Hann varð funnin sekur m.a. í tveimum neyðtøkum og harðskapi men varð tó fríkendur fyri m.a. tvær neyðtøkur og tvey brot á tilhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder