Eitt av endamálunum hjá átakinum We Need Art er, at listafólkini, sum verða bjóðað til Føroya, ikki bara skulu mála veggir, men eisini geva íblástur og læra frá sær.
Og longu nú síggjast úrslit! Føroysk listafólk hava tikið vitanina til sína, og eru nú eisini farin at brúka hana í praksis.
Tá Edoardo Ettorre hevði verkstovu á Eiði, lærdi hann luttakararnar ymiskar teknikkir í sambandi við veggjamálningar. Og nú hevur Sanna Dulavík gjørt ein flottan veggjamálning mitt í Havn.
Tórshavnar kommuna hevur játtað, at luttakarar kunnu royna teknikkir, sum tey hava lært, á uppsettu veggjunum, ið eru settir kring Kondittaríið, nú umfatandi arbeiði fer fram har.
So nú hava Føroya fólk fingið enn ein veggjamálning at njóta ókeypis, 24 tímar um samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald