Innanlands

Danskur stand-up’ari við mótgangi í lívinum

Simon Talbot kann upplivast við framførsluni “Ekstra Ekstra” í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

2026-06-15 19:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danski skemtarin Simon Talbot kemur til Føroya. Í hansara nýggja skemti, “Ekstra Ekstra”, vísir hann okkum, hvussu vit kunnu nýta humor um sjálvt truplastu løturnar í lívinum. Hetta verður 20. juni kl. 18.30 í Norðurlandahúsinum.

Simon Talbot dugir sum fáur at venda sjálvt tí truplasta í lívinum til nakað skemtiligt. Í “Ekstra Ekstra” verða áhoyrararnir tiknir við á ferð gjøgnum tey smáu og stóru stríðini í lívinum. Talbot førkar mørkini fyri, hvat er loyvi at skemta við.

Skemtið hjá Talbot er persónligt. Tað snýr seg um egnar lívsroyndir, sum hava verið truplar at fara ígjøgnum. Hann gjørdist fyri stuttum pápi á fyrsta sinni aftaná at hava verið í viðgerð fyri barnloysi, samstundis sum pápi hansara doyði. Hóast mótgongd, so tekur Talbot lívið við einum smíli – ella skemti, og hetta nýggja skemtið er júst tað. Tað er við fullari ferð og allatíðina við einum skálkabrosi.

Skemtið er sniðfundiga blandað saman av tí persónliga og tí merkisverda: fjálgum, ærligum søgum, løgnum eygleiðingum, garrvillum anekdotum – umframt eyðkenda kropsskemtinum, konfettikanónunum og orkuni á pallinum, sum ikki hevur sín líka.

Simon Talbot hevur hesi seinastu góðu 15 árini staðfest seg sum ein av eyðsýndu skemtararunum í Danmark. Talbot hevur mangan verið róstur til skíggja og hevur hann nógvar fjepparar. 

Í Danmark hava nógvar útseldar sýningar verið av “Ekstra Ekstra” og hava áhoyrararnir standandi fagnað sýningini við rungandi lógvabrestum. Ummælarar hava skírt skemtisýningina at vera serstakliga stuttliga og rørandi.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder