Innanlands

- Vit blivu ordiliga rørd

40 ár síðan at Lions Suðuroy var stovnað og í sambandi við stovningardagin vóru 40.000 krónur latnar til Eydnudeildina í Suðuroy

Bent Albinus, forseti í Lion Suðuroy, handar Markusi Midjord og mammu hansara, Vár Mortensen, gávukekkin upp á 40.000 krónur frá Lions Suðuroy í góðveðrinum uttan fyri Lions húsið í Hovi

Bent Albinus, forseti í Lion Suðuroy, handar Markusi Midjord og mammu hansara, Vár Mortensen, gávukekkin upp á 40.000 krónur frá Lions Suðuroy í góðveðrinum uttan fyri Lions húsið í Hovi

2026-06-15 22:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, sunnudagin, vóru 40 ár síðani, at vælgerandi felagsskapurin, Lions Suðuroy, varð stovnaður, og í tí sambandi var móttøka í felagshúsinum í Hovi.

Har var heilt fitt av fólki komið at heilsa upp á í góðveðrinum, bæði stuðlar, stuðulsmóttakarar og fólk annars.

Ein av borgarstjórunum í Suðuroy var eisini komin at heilsa upp á, tað var Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi. Hann fegnaðist um, at Lions Suðuroy hevði staðsett høvðusæti í Hovi.

– Hetta sermerkta húsið er eitt prýði fyri bygdina, segði hann.

Hann hevði eisini eina peningagávu við til Lions frá Hovs kommunu, sum so aftur verður latin víðari til eitthvørt vælgerandi endamál.

Í sambandi við 40 ára stovningardagin, gjørdi Lions av at lata eina gávu upp á 40.000 krónur, og støða varð tikin til, at hon skuldi fara til Eydnudeildina í Suðuroy.

Eydnudeildin er sprottin úr »Lykkeliga« í Danmark, sum fyrrverandi danski landsliðsleikarin í hondbólti, Rikke Nielsen, setti á stovn.

Eydnudeildin er ein hondbóltsdeild fyri børn við ymsum avbjóðingum, sum ger, at tey ikki passa inn í ítróttarfeløgini, sum annars eru.

Eydnudeildin, Svanarnir, í Suðuroy, er ein av teimum trimum eydnudeildunum í Føroyum og tey hava akkurát verið við á Lykkecup í Danmark, har tey eisini sluppu at heilsa upp á Mary, drotning, sum er verji fyri Lykkeliga í Danmark.

Í svanunum í Suðuroy eru tey 10-11 børn og ung, men tey kundu hugsa sær at fingið fleiri upp í.

Tey hava vant í skúlanum í Hovi, men har eru umstøðurnar ikki av teimum bestu, so nú fara tey venja skiftivís í høllini í Vági og á Tvøroyri. Tey vóna, at tað fer at eggja fleiri at koma upp eydnudeildina.

Har eru øll vælkomin, sum onkusvegna ikki passa inn í tey feløgini, sum eru,  og tað er einki aldursmark á, sigur Bára Krosslá Mortensen, sum er venjari hjá Svanunum.

Tann yngsti leikarin í Svanunum eru níggju ár og tann elsti er 19-20 ára gamal.

Gávan frá Lions skal brúkast til at fíggja luttøkuna í Lykkecup næsta ár, sigur venjarin.

Tað var Vár Mortensen og sonur hennara, Markus, ið sjálvur spælur í Svanunum, sum tók ímóti gávuni frá Lions.

– Vit blivu ordiliga rørd, tí hetta er ein stórfingin gáva at fáa, sigur hon.

Nú eru 39 limir í Lions Suðuroy og hesi árini felagsskapurin hevur virkað, hevur hann latið umleið 4,7 milliónir í stuðuli til ymisk vælgerandi endamál.

Tilsamans hevur Lions Suðuroy latið stuðul 218 ferðir hesi 40 árini. Størsti stuðulin var upp á 400.000 krónur, sum varð latin jólahjálpini hjá »Í menniskjum góður tokki« fyri nøkrum árum síðani.

[object Object]Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, vinstrumegin, og Bent Albinus, forseti í Lions Suðuroy, á móttøkuni í sambandi við 40 ára stovningardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder