Eitt B-52 flogfar hjá amerikansku loftverjuni er dottið niður stutt eftir fráferð. Tað skrivar Edwards Air Force Base á sosialu miðlunum.
Átta persónar umborð á flogfarinum hava latið lív. Flogfarið fór eina royndarflúgving, tá vanlukka hendi, upplýsti varakommandørurin á flogstøðini, James Hayes, á einum tíðindafundi, sambært AP tíðindastovuni.
Flogvanlukkan hendi umleið klokkan 11.20 lokala tíð, stutteftir at flogfarið fór av flogstøðini, sum liggur í Kalifornia. Hetta svarar til 19.20 okkarat íð.
- Okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi og teimum raktu eindunum í hesi truplu tíð, skrivar flogstøðin á Facebook-síðu síni.
Talan var um eitt bumbuflogfar av slagnum B-52 Stratofortress, veit DR at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald