Uttanlands

Petter Stordalen selur ferðasamtak til Norwegian

Stóra norska flogfelagið fær nú møguleikan fyri at selja pakkaferðir, og væntar at kunna økja umsetningin við 50 prosentum

Norski 'hotelkongurin', Petter Stordalen vitjaði í Føroyum í fjør. Her saman við stjóranum í hotelketuni, Strawberry, Torgeir Silseth

Norski 'hotelkongurin', Petter Stordalen vitjaði í Føroyum í fjør. Her saman við stjóranum í hotelketuni, Strawberry, Torgeir Silseth

2026-06-16 09:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska milliardingurin, Petter Stordalen, hevur selt sítt ferðasamtak, Nordic Leisure Travel Group til flogfelagið Norwegian, skriva norðurlendskir miðlar í dag.

Sostatt gerst Norwegian nú eigari av ferðafeløgunum Spies, Ving, Globetrotter og Tjæreborg.

Keypsprísurin er næstan 8 milliardir svenskar krónur – umleið 5,5 milliardar danskar – og sølan hevur við sær, at Petter Stordalen, ið eisini er gitin sum norski hotelkongurin, nú gerst ein av stóru eigarunum í Norwegian.

- Hetta er eitt týðandi stig í norðurlendskari ferðavinnu, sigur Norwegian-ovastin, Geir Karlsen í fráboðan til keypsskálarnar.

Hann sigur, at keypið tryggjar Norwegian eina nógv sterkari støðu í Svøríki og Danmark, og flogfelagið fær eisini betri møguleikar fyri at selja pakkaferðir til sínar flogkundar.

Norwegian vil við keypinum skapa eitt “sterkari og meira serstakt norðurlendskt ferðatilboð við virksemi allan vegin frá flogførum og hotellum til pakkaferðir”, stendur í fráboðanini frá felagnum.

- Keypið sameinir servitanina hjá NLTG innan pakkaferðir og hotelrakstur við verandi servitanina hjá Norwegian og Widerøes, sum flyta umleið 27 milliónir ferðafólk árliga. Saman vilja feløgini skapa ein leiðandi norðurlendskan útbjóðara av bæði frítíðar- og vinnuferðum, verður sagt.

Avtalan merkir eisini at norska flogfelagi gerst eigari av charterfelagnum Sunclass Airlines, og eigari av eitt 26 hotellum í Spania, Grikkalandi, Kypros, Tailandi og Turkalandi.

Nýggja samtakið skal tæna yvir 30 milliónum kundum um árið, og Norwegian væntar at økja um umsetningin við 50 prosentum.

Nordic Leisure Travel Group átti eisini kapitalgrunnarnar Altor og TDR Capital, sum nú eisini verður ogn hjá Norwegian.

Petter Stordalen keypti í 2019 Ving í Norðurlondum, t.e. Ving Norge, Ving Sverige, Globetrotter, Spies í Danmark, Tjäreborg í Finnlandi og Thomas Cook Airlines Scandinavia. Hetta hendi tá stóra bretska felagið, Thomas Cook fór á húsagang. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder