Innanlands

Eli Nolsøe Leifsson skal verja sína ph.d.-ritgerð

Hon snýr seg um kropslig krøv í fótbólti. Verjan hjá kropsliga venjaranum verður á Vestaru Bryggju fríggjadagin 26. juni

Sum vinnu-ph.d.-lesandi hevur Eli verið innskrivaður á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og verið starvssettur hjá Fótbóltsamband Føroya. Har er Eli Nolsøe Leifsson millum annað kropsligur venjari hjá kvinnulandsliðnum (Mynd: FSF/Jacoba Svensdóttir)

Sum vinnu-ph.d.-lesandi hevur Eli verið innskrivaður á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og verið starvssettur hjá Fótbóltsamband Føroya. Har er Eli Nolsøe Leifsson millum annað kropsligur venjari hjá kvinnulandsliðnum (Mynd: FSF/Jacoba Svensdóttir)

2026-06-16 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 26. juni 2026 verjir Eli Nolsøe Leifsson ph.d.-ritgerð sína.

Hon hevur heitið: “Physical demands in match and training in football: Peak periods in men's football and longitudinal tracking in women's football”

Fróðsskaparsetur Føroya skrivar, at verjan, sum er almenn, verður klokkan 14:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Verjan verður á enskum máli.

Sum vinnu-ph.d.-lesandi hevur Eli verið innskrivaður á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og verið starvssettur hjá Fótbóltsamband Føroya. Har er Eli Nolsøe Leifsson millum annað kropsligur venjari hjá kvinnulandsliðnum.

[object Object]
Eli Nolsøe Leifsson (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Í vegleiðaratoymiðinum eru persónar, sum hava stórar royndir innanfyri hetta økið Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsvegleiðari. Hann er kropsligur venjari hjá føroyska mandslandsliðnum í fótbólti.

Umframt Magna Mohr eru Morten B. Randers, lektari á Syddansk Universiteti, og João Brito, leiðari á Portuguese Football Federation, hjávegleiðarar.

Metingarnevndin:

Annika Helgadóttir Davidsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)

Barry Drust, professari á University of Birmingham

Helena Andersson, lektari á Umeå University

Samandráttur:

Ritgerðin og føroyski samandrátturin av ritgerðini sæst her: Physical demands in match and training in football - PURE Faroe Islands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder