Innanlands

Joan gjørdist fyrsta pisan á Glasi í ár

Tað ver ein at leikarunum á U20 hondbóltslandsliðnum, sum í hesum døgum ger seg til reiðar at fara til Kina at spæla um heimsmeistaraskapin, ið gjørdist fyrsta pisan í ár

Joan Rúnadóttir Johannesen náddi at fáa húgvuna á høvdu áðrenn hon í næstum fer til Kina at spæla HM-kapping við U20 landsliðnum í hondbólti (Mynd: Glasir)

Joan Rúnadóttir Johannesen náddi at fáa húgvuna á høvdu áðrenn hon í næstum fer til Kina at spæla HM-kapping við U20 landsliðnum í hondbólti (Mynd: Glasir)

2026-06-16 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetta er tíðin, tá ið pisurnar verða floygdar á Glasi. Í dag 16. juni fekk fyrsta pisan húgvuna á høvdið.

Hetta var Joan Rúnadóttir Johannesen úr 23z á náttúrubreytini.

Familja og vinir tóku ímóti Joan, tá hon kom úr seinastu próvtøkuni, og pápin gav henni húgvuna á høvdið.

Joan spælir við føroyska U20 hondbóltslandsliðnum, sum fer til Kina í næstu viku at spæla HM-endakapping. Endaspælið verður leikt í døgunum 24. juni til 5. juli. Fleiri landsliðsfelagar vóru komnir á Glasir at taka ímóti Joan og ynskja henni til lukku við próvnum.

Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Joan til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Joan heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Niels Nielsen, húsavørði.

Eftir summarfrítíðina fer Joan til Íslands at spæla hondbólt. Hon hevur gjørt sáttmála við íslendska felagið KA/Þór í Akureyri, sum spælir í bestu íslendsku deildini.

Niðanfyri er eitt videobrot og nakrar myndir frá fagnarløtuni.

Kelda: glasir.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder