Frá 1. juni í ár er Sernám ikki longur ein sjálvstøðugur stovnur men ein deild undir Undirvísingarstýrinum.
Í tí sambandi hevur verið søkt eftir leiðara at standa á odda fyri deildini. Í lýsingini hevur verið sóknast eftir einum framskygdum og eldhugaðum leiðara. Nýggi leiðarin skal leggja dent á strategi, menning og samskapan.
Tá ið freistin at søkja deildarleiðarastarvið í Sernámi var úti í gjár, vóru seks umsóknir komnar.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.
- Deildarleiðarin fer at vera partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum og skalt virka fyri, at bygnaðarliga tilgongdin, at skipa økið av nýggjum, ber á mál. Tætt samstarv er millum Undirvísingarstýrið og Nám á fleiri økjum, og leiðarin fær uppgávuna at styrkja knýtið til Nám í sambandið við námsfrøðiliga menning og ráðgeving.
Undirvísingarstýrið verður skipað við trimum fakdeildum: Einari fyri KT, talgilding og menning, einari fyri útbúgvingar, dygd og tænastur og nú einari fyri sernámsfrøðiliga økið.
Starvið verður sett frá 1. august 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald