Sokallaða Turnberry-handilsavtalan, sum Donald Trump og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna samdust um á golf frítíðarstaðnum hjá Trump í Skotlandi í fjørsummar, er í dag endaliga samtykt í ES-tinginum, fleiri mánaðir seinkað.
Avtalan tekur ES toll av eini røð av amerikanskum ídnaðar- og landbúnaðarvørum, meðan USA hevur sett 15 prosent toll á evropeiskar vørur.
- Ein avtala er ein avtala, og EU heldur sín part, skrivar Ursula von der Leyan á X.
Tá avtalan hevur fingið fullan virknað fáa borgarar og fyritøkur í ES betri møguleika fyri sterkari og støðugum handli og íløgum tvørtur um Atlandshav, skrivar ES-nevndarforkvinnan.
Eftir ætlan skuldi avtalan koma í gildi fyrr í ár, men ES-tingið valdi at at bíða við tí eftir at Trump var komin við hóttanum móti Grønlandi í januar og eina amerikanska hægstarættaravgerð, sum metti revsitollin ólógligan.
Hetta fekk amerikanska forsetan til at hótta við meira tolli, um ES ikki góðkendi avtaluna innan 4. juli (amerikanska frælsis-/tjóðardagin, -red.)
Harumframt er ein sólsetursáseting í avtaluni, sum merkir at hon gongur út í 2029. Við hesum eyka trygdarventilunum kundi ein meiriluti í ES-tinginum atkvøða fyri avtaluni í dag.
Tað er tó ikki vist, at ES og USA hava lagt allar handilstræturnar aftur um seg.
So seint sum í gjár hótti Trump forseti við at leggja 100 prosents toll á franskt vín, um ikki Frakland tekur av skattir á amerikanskar tøknifyritøkur, skrivar Reuters tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald