2026-06-16 16:38
Eins og á Glasi, er fyrsta pisan floygd á á Tøknibreytini í Klaksvík í dag, týsdagin 16. juni.
Talan er um Sesiliu Biskopstø, sum í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Tá var Sesilia uppi í lærugreinini Biotøkni A.
Heimasíðan tsk.fo skrivar, at lærarin. Jóhanna Jørgensen, fekk heiðurin at seta húgvuna á høvdið.
![]()
![]()
Myndir: TSK
Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.
![]()
Mynd: TSK
Prógvhandan hjá Tøknideildini verður úti í Grøv hósdagin 25. juni klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald