Jenis av Rana vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri almenna public service stovnin, Kringvarp Føroya.
Hann hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, skrivligan fyrispurning um almenna stovnin.
Millum annað spyr Jenis av Rana um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpinum, og um hann kennir seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutningin.
Eisini vil hann vita, um landsstýrismaðurin heldur at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi, og um hann hevur ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran.
Hann spyr eisini um landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum.
- Røddir hava eisini verið frammi um møguleikan at sett eina nevnd av áhugaðum og serkønum, sum regluliga kundi fylgt við virksemi stovnsins og verið teimum, ið har starvast, og ikki mins brúkarunum, tøk við ráðgeving og rættleiðingum, skrivar Jenis av Rana í viðmerkingunum til spurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald