Innanlands

Íslendsk forsetavitjan í komandi viku

Løgmansskrivstovan hevur kunngjørt skránna fyri vitjanina hjá íslendska forsetanum í Føroyum 22. til 24. juni

2026-06-17 08:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, hr. Björn Skúlason, koma til Føroya á almenna vitjan 22. til 24. juni 2026. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Mánadagin verður vitjað í Tinganesi og í Løgtinginum, áðrenn løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Týsdag gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin við fylgi fáa høvið at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.

Seinni sama dag verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður hjá Edwardi Fuglø, kappróðrarneystinum og í Rótini.

Mikudagin vitja tey Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn íslendsku forsetahjúnini eru vertir fyri móttøku í Norðurlandahúsinum.

Øll skráin sæst her

Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder