Landsrætturin viðger í dag málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið 12. november 2024.
Tað skrivar Kringvarpið.
Ein maður varð 27. februar fríkendur fyri valsvik í Oyndarfirði, men ákæruvaldið valdi at kæra dómin, og nú fer Landsrætturin at viðgera málið.
Málið, sum er tað fyrsta um valsvik í Føroyum, snýr seg um ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði, sum eftir fínteljing varð ógildaður, tí hann hevði tveir krossar. Hetta hevði við sær, at tað stóð á jøvnum millum tvey valevni, og varð tí avgjørt við lutakasti, hvør varð valdur í Runavíkar býráð.
Tá málið var fyri í Føroya rætti, kravdi ákæruvaldið fýra mánaða fongsul, meðan verjin kravdi frídøming ella treytaðan dóm. Verjin krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald